Norra velur hummara framum laksaaling
Nordland Fylke hevur noktað Norlaks Opdrett AS aliloyvi í Haukøyfjørðinum, sum er ein av síðufirðunum inni í Tysfjørðinum.
Orsøkin er at aling fer at oyðileggja ein
tann norðasta hummarastovnin í verðini.
Norski fjørðurin Tysfjorden er sera týdningarmikil tá tað kemur til gýting og hummara í sínum fyrstu lívsstigum sum skeljadjór.
Í dag er alt ov lítil vitan um avlúsingarevnir í alivinnuni og hvussu hesi ávirka hummara og skeljadjór og annars tað margfaldaða lívið inni á firðunum.
Tað man veit við vissu
er at serliga humaralarvan og honhummarin, eru serdeilis viðkvom ímóti avlúsingarevnum.
Her á okkara leiðum má sigast at tað ikki blívur gjørt nógv við trupuleikan hummarin
hevur av aling og avlúsingarevnum.
Sjálvt um bæði hummarafiskarir og miðlarnir dokumentera og rópa varskó um árin aling hevur á okkara sera viðkvomu firðir og sund, so sita politikarinir
bara og gapa. Onki positivt sker fyri okkara hummarastovn. Alt koyrur í gamla slitna og skitna sporinum.
Greinin hjá Kyst og Fjord kan lesast her: https://www.kystogfjord.no/nyheter/
Tysfjørðurin:
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið