Hjarta sum steinur? ella steinur við hjarta?
Pyura chilensis er ein livandi steinur sum livur við strendurnar í Kili. Hesin steinur er blivin ein delikatessa á matstovum rundt um heim, tó mest í Suðuramerika.
Pyura chilensis livur av at filtrera mikroalgur
ígjøgnum nakað sum kann minna um táknir á fiski. Hann tekur sjógv in ígjøgnum eina kanal sum opnar og lukkar opið næstan sum tá vit menniskjur svølgja. Síðan filtrerar
steinurin algurnar frá sjónum við einum slími sum flytur seg aftur og fram í búkinum. Tá hann so hevur skilt allar mikroalgurnar úr sjónum, blívur filtreraði sjógvurin sendur út
gjøgnum hitt opið, sum virkar sum ein kontraventilur.
Blóðið hjá hesum serstaka steini er klárt og inniheldur óvanliga høgt prosent av vanadium. Pyura chilensis kann hava upp til 10 milliónir
størri eindir av vanadium í sær, enn sjógvurin rundan um steinin. Hví so er veit ongin enn.
Um hummara í FO.
Flott mynd við sera vøkrum botni. Her hevði hummari ikki trivist tó, í hvussu so er ikki tann hummarin sum vit fiska, íð eitur Nephrops norvegicus á latíni.
Hummari sum
okkara limir fiska trívast best í og á mórubotni. Her gera teir langar holur, sum kunnu strekkja langt inn í mórudýpið.
Í hesum holum livir hummarin. Teir góðtaka at upp til 15 aðrir
hummarir liva tætt uppá hvønn annan í síðuholunum, so hummarin livur í smáum familjubólkum uppá uml. 15 hummarir.
Ein sera unikk ting við at fiska hummara við rúsum er at
livikorini blíva sera góð hjá hummara at trívast, tá rúsurnar hava ásettu meskavídd. Stórt sæð allur hummari undur 15 cm blívur sílaður útaftur ígjøgnum
rúsurnar og teir stóru(15cm+) blíva sitandi eftir.
Hvørja ferð vit fiska ein stóran hummara blívur ein hola tóm á botni. Nú kann ein nýggjur yngri hummari flyta inn, og soleiðis
kunnu vit halda ein størri hummarastovn í gongd við at fiska javnt av hesum stovni.
Við hesari leinkjuni sendur Google maps teg, við street view, frá vetri til summar bert við einum klikki:
<=====klikk her beint=====> og klikk so á vegin tá google maps er upploada.
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið