Føroyar eru klovnaðar
Úr Snoppubarminum, norðan fyri Snoppuna í Saksun byrjar ein kloyva, sum hevur klovið Føroyar tvørturav.
Hendan fortíðar rivan gongur suður eystureftir inn móti Saksun har navnið á
gjónni er Vesturgjógv. Síðan fer hon ígjøgnum Koppin og Knúkin inn í Langasandshagan. Her eitur gjógvin Gjánagjógv, ella norðara Gjánagjógv. Í Langasandshaganum
endar hon í Tíkarfossi við Gjánoyri.
Síðani gongur gjógvin undur vatn, yvurum Sundini og niðan í Oyrahagan. Her fær gjógvin navnið Skálagjógv sum gongur niðan í
Durðin í Lokkafelli, har hon fær navnið Lokkafelsgjógv.
Næst fer rivan ígjøgnum Skálafjall og fær Skálabotnsmegin navnið Øksnagjógv, sum fer yvurum Skálafjørð,
uppum Valaknúkar og oman móti Gøtugjógv, har navnið á gjónni blívur til bygdanavnið, Gøtugjógv.
Nú fer gjógvin út eftir Gøtuvík og uppaftur á
land á Gøtunesi har gjógvin fær navni Gøtunesgjógv. Herfrá fer hon út í Djúpuni og tað blívur nakað óklár mynd, men hon kemur helst aftur sunnalaga á Borðoyarnesi,
har navni blívur Rangagjógv. Herfrá fer hon yvur Borðoyarvík og kemur uppaftur á Skálanesi har hon hevur fingið navnið Gjótan. Síðan fer rivan um Nærabergsegg yvurum og munnar út
í Herjarskorargjógv.
Tað kundi verið spennandi at vita hvussu sá út niðriundur í hesari rivu. Tað mugu vera gigantisk hellir í støðum har hendan gjógvin gongur.
Kortal.fo
>>>>her<<<<. Her kanst tú síggja hvussu gjógvin gongur.
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið