Kókiloyvið!
Tað at fara við snøri, snellu ella tveimum línum at fáa sær eitt kók. Var og er ganska vanligt í Føroyum.
Vit føringar brúka
hendan møguleikan javnan til at fáa okkum fekst á borði. Men hettar verður bara nýtt fult út tá vit skulu fara út at fiska fisk. Tá nýtast vit onki loyvi av nøkrum slagi. Vit skulu
bara lúka krøvini Vørn setur til at hava árar, redningsvestar og spannir við. Flest øll av okkum hava nú telefon ella ein berbaran VHF við eisini, skuldi okkurt hent.
Skulu vit hinvegin út at skjóta
fugl, so gerst hettar bert í fuglatíðini og vápnaloyvið er kravt.
Skulu vit skjóta harur, skal hagi leigast og vápnaloyvið krevst.
Ein samanbering kann gerast við loyvið at skjóta
harur. Eg leigi ein haga fyri 5000 kr., men nábúgvin tímur ikki at leiga, tí hann hevur lov at skjóta sær eitt kók. Hettar er sjálvandi ikki tilfeldið við haruveiðu, men nakað so er tað
við hummaraveiðu í løtuni.
Hummarafisking krevur eitt serloyvið til at kunna fiskað hummara. Hesi loyvir kosta nógv og ein sum keypur eitt slíkt loyvið, má dríva fiskarí eftir
hummara, fyri at svara hvørjum sítt.
Hettar er ein grund til at vit í Hummarafelagnum vilja, at ikki ein og hvør kann fara at fiska hummara uttan loyvið.
Nýggja fiskivinnulógin gevur landsstýrismanninum
rættin at taka hendan serrætt úr fiskivinnulóggávuni.
Tað eru fleiri grundir til at vit hummarafiskarir, vilja hava hettar út úr nýggju fiskivinnulóggávuni.
1: Tað er ikki loyvt at órógva annan reiðskap, sum stendur og fiskar.
2: Hummarafiskarir fáa tað ekstra stríðið av hurlivasanum, sum stendst av, tá onkur bara tveitur nakrar rúsur niðuryvur teirra strekk ólógliga.
Hettar er blivið eitt problem og meta vit í Hummarafelagnum tí
at tað er nemmari og betri fyri allar partar, at útilukka "kókið" fiskaríið eftur hummara, við rúsum.
Vit halda strengar reglar við fløggum á boyum, við navnaskiltum og registreringsnummarum
og telefonnummarum á bátinum, fest í boyuna.
Frítíðarfiskarir skullu halda hesar reglur, men gera ikki tað. Hví so er kan bara gitast um.
Vit ætla tó ikki at røra við rættin
hjá føringum at fáa sær eitt kók eftur hummara ella fiski, við húki. Bara ikki við rúsum.
Sigast kann at í Noregi mistu
teir tamarhaldið av hummarafisking, tí frítíðariskarí týndið stovnin so nógv og troðkaði erhvervsfiskarinar so nógv, at teir máttu gevast at fiska hummara, ella krebs sum normenn kalla
hummara.
Hetta má ikki henda hjá okkum.
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið