§ 10
Stór økir fara til spillis innan hummarafisking, tí lógin ikki verður hildin til lítar innan alivinnuna.
Løgtingslóg um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012
Rudding o.a.
§ 10. Tá alivirksemi heldur uppat, heilt ella
partvíst, skal loyvishavari taka stig til at rudda viðkomandi aliøki og grannalag, sum møguliga eru ávirkað av alingini. Ruddingin skal fevna um aliútgerð og lívverur o.a., sum loyvishavarin varðar
av.
Hummarafelagið heitur staðiligani á VØRN ella á landstýrismannin, um at minna alifeløgini á at fylgja lógini og rudda upp rammur av økjum har ongin aling er.
Serliga vilja
vit hava hettar framt á økjum har hummarfiskiskapur er.
Sum sæst á myndini liggur ein sera økisbreið fortøjningsramma mitt í hummaraøki, men aling er ongin her. Bara órudd, ella bara forðingar
fyri hummarafisking.
Har sum hesar boyur, akker og akkersendar liggja kundi 5 hummarastrekk staðið og fiskað.
5 hummarastrekk hava virðið av 50 kilo hummara um dagin. Árligar mistar inntøkur verða umleið
1.000.000 kr.
Tað er ikki arbeiðskrevjandi at taka hesar tómu rammur vekk, sum liggja á næstan hvørjum fjørði.
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið