Villlaksur doyr av lús
Í Skotlandi hava teir eisini stórar trupuleikar av laksalús, men her taka tey trupuleikan álvarsamt. Fleiri fólk kanna villlaksa trivnaðin og leita eftir sannleikanum um lúsa trupuleikanum.
Í
filminum kemur fram at lús ávirkar annan fisk upp til 30 kilometur frá hvørjum alibrúki. Tað eru fáa staðni í Føroyum, at tað er 30 kilometur ímillum alibrúkini
Her í
FO sær tað út sum um hesin trupuleikin blívur goymdur burtur.
"Tann sum ikki sær fær ikki ilt av tí" mentaliteturin trívist serliga gott ímillum alifyritøkur og teir ansvarligu politikarirnar.
Kan væl vera aling gevur nógv arbeiðspláss, men aling trýstur heilt klárt, sum filmurin vísur, nógv arbeiðspláss vekk eisini.
Politikarir og allir føringar mugu gera sær greitt
at vit eiga ikki Føroyar. Føroyar ger okkum til tey menniskju vit eru.
Trýst á leikjuna herundur og síggj ein skotskan, sera áhugaverdan film, um lús.
https://www.facebook.com/SalmonTroutCons/videos/1115510358600955/?t=28
Villlaksur etin til deyðis
av laksalús.
Seneste kommentarer
Um ein línubátur siglur eina ætlaði setu inni á fjørðinum í dagsljósi og plottar boyur inn á plottarin, so burdi ikki trupuleikar staðist av línuni.
Hey Fróði
Hattar ljóðar sum eitt gott hugskot. Tó kanska eitt sindur trupult at útinna.
Hummarafiskibátar skulu melda inn hjá Vørn hvørja ferð teir loysa frá kaj.
Góðan morgun.
Eitt hugskot. Hvat við um tit sum fiskað hummara geva knattstøðurnar upp til VØRN? So vita línufólk hvar ikki skal setast.
Nakað tað sama sum garnaskipini gera.
Hey, takk fyri viðmerkingina.
Tað er nú funnin ein loysn uppá varveiting av føroysku ælabogasílastammuni tíanbetur.
-Hummarafelagið